64.000 tons bíða eftir løgtinginum

64.000 tons bíða eftir løgtinginum
Eingi útlit eru fyri, at broytingar, sum skulu gerast í fiskivinnulóggávuni, kunnu latast løgtinginum fyri páskir, sum ætlað.
 
30.03.2020 - 19:40
Lógin um sjófeingi skal broytast, soleiðis at uppsjóvarkvotur til vinnuligar royndir og verkætlanir kunnu latast samanlagt í fimm ár - og ikki trý ár, sum galdandi lóg loyvir. Harumframt skal landsstýrismaðurin fáa heimild til at gera hesar royndarkvotur til varandi kvotur.
Reiðarí, sum í dag eiga meira enn fimm prosent av uppsjóvarkvotunum, skulu ikki fáa burturav kvotunum til vinnuligar royndir og verkætlanir.
Tá broytingarnar eru samtyktar í løgtinginum, verður kunngerðin at søkja eftir hesum kvotum lýst.
Tilsamans er talan um 64.000 tons av uppsjóvarfiski - 10.000 tons av makreli, 14.000 tons av norðhavssild og 40.000 tons av svartkjafti.
Eftir ætlan skuldi broytingin í lógini um sjófeingi berast í løgtingið fyrr í mars mánað - saman við eini serskattalóggávu, sum ásetir skattin, tá veiðiloyvi skulu endaliga avhendast.
Men hvørgin er enn borin í løgtingið - sum ikki fær arbeitt fyri korona-smittuni - hóast eini 80 mál liggja í tinginum og bíða eftir at vera avgreidd.
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, veit í dag ikki at siga, nær broytingarnar koma í gildi, soleiðis at reiðarí kunnu søkja um uppsjóvarkvotur til vinnuligar royndir og verkætlanir.
 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 27. februar
Góðan morgun Føroyar
188367
Hósdag 27. februar
Morgunlestur hósdagur 27. februar 2025
187867
Mikudag 26. februar
Skratsj 26. februar 2025
188341
Mikudag 26. februar
Mono - Føroyskar perlur (3:4)
188335
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 27. februar
DOKO1423 - teknmálstulkað
188375
Mikudag 26. februar
Ein søga um 45 ár
188344
Mikudag 26. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188292
Týsdag 25. februar
Veðrið
188278
Týsdag 25. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
188272