- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fleiri verða avbyrgd í Føroyum enn í Danmark

Fleiri verða avbyrgd, meðan tey eru varðhaldsfongslað í Føroyum, enn tey, sum eru varðhaldsfongslað í Danmark.
Tað sigur Nick Hækkerup, løgmálaráðharri.
Hann fegnast tí um, at reglurnar um varðhaldsfongsling í nýggju rættargangslógini fyri Føroyar eru meira líkar teimum donsku, sum eru strangari enn tær, sum eru galdandi í Føroyum.
Nick Hækkerup sigur eisini, at fútin hevur lovað at kanna, um avbyrging ikki kann avmarkast.
Ítøkilig stig
Og Løgmálaráðið hevur biðið Ríkisadvokatin og Kriminalforsorgina siga sær, um ítøkilig stig ikki kunnu takast, so avbyrging verður minni brúkt í varðhaldinum í Føroyum.
Nick Hækkerup sigur hetta í einum svari til Barbaru Gaardlykke Apol, sum hevur verið í Fólkatinginum fyri Sjúrð Skaale.
Hann sigur, at hann fer at síggja til, at almannakunngjørt verður, hvussu nógv verða varðhaldsfongslað og avbyrgd í Føroyum.
Í Danmark verður kunngjørt, hvussu nógv verða varðhaldsfongslað og avbyrgd.