- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sleppa kravinum um týskt
Sleppa kravinum um týskt
Í 2023 verður ikki neyðugt at duga týskt fyri at sleppa á búskaparbreyt og fyrireikingarbreyt

Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
25.03.2020 - 09:00
Tað er ikki neyðugt at duga týskt fyri at sleppa á búskaparbreytina og fyrireikingarbreytina í gymnasialu miðnámsútbúgvingunum.
Kravið um týskt er nú bara galdandi fyri hugbreytina.
Kunngerðin er broytt.
Nú stendur ikki longur í henni, at tey, sum søkja um at sleppa á búskaparbreytina skulu hava fingið royndarfyrireikandi undirvísing í týskum í minsta lagi í tvey ár. Broytingin kemur í gildi í 2023.
Nógv rok var í fjør, tá kravið um týskt kom í kunngerðina.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV