- Tíðindi, mentan og ítróttur
Føroyskt heilsustýri í eygsjón

Tilbúgvingin í sambandi við corona smittuna kann hava við sær, at semja fæst um at seta á stovn eitt føroyskt Heilsustýri.
Tað kom fram á tíðindafundinum í heilsumálaráðnum í gjár, tá myndugleikarnir komu við eini tilráðing um tiltøk, ið skulu forða fyri, at fleiri verða smittað við coronavirusinum COVID-19. Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, helt tilbúgvingina vera eina byrjan til eitt Heilsustýri.
Landslæknaembætið hvørvur kanska
Kaj Leo Holm Johannnesen, sigur í dag, at landsstýrið ikki í løtuni arbeiðir við einum heilsustýri ella yvirtøku av landslæknaembætinum. Og hann er heldur ikki av tí fatan, at arbeiðið skal setast ígongd, meðan COVID-19 herjar.
Hann sigur tó, at hann metir tilbúgvingina sum eina verkætlan, hvussu tað ber til at skipa eitt Heilsustýri, tá sjógvarnir einaferð hava lagt seg. Hetta kann verða partur av eftirmetingini, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, sum fegnast um at hava læknafakligu ráðgevingina so nær at sær.
Hendir tað, at eitt føroyskt heilsustýri verður sett á stovn, so hvørvur landslæknaembætið. Tað merkir so eisini, at landslæknaembætið sum myndugleiki verður yvirtikið ella strikað. Undanfarna samgonga arbeiddi við hesum, uttan tó at koma á mál.