- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nýggj almannalóg fyri tingið

Uppskot um nýggja almannalóg verður lagt fyri løgtingið í morgin.
Meginreglan í lógini er, at støði verður tikið í tí einstaka, sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, landsstýriskvinna í almannamálum.
Hugt verður at tørvinum hjá einstaka borgaranum, og síðani eftir, hvat skal til fyri at nøkta tørvin.
Somu møguleikar
Øll skulu hava somu møguleikar, men øll skulu ikki hava somu tænastur.
Í lógini er ásett, at borgarin skal takast upp á ráð. Dentur verður lagdur á fyribyrgjandi táttin, og at veitingar og tænastur skulu virka og eggja til størri sjálvhjálpni.
Landsstýriskvinnan fær eisini heimild til at skipa tænastur, eitt nú viðlíkahaldsvenjing í almannaverkinum.
Gomul forsorgarlóg
Nýggja almannalógin kemur í staðin fyri gomlu forsorgarlógina, sum upprunaliga er ein donsk lóg frá 1960-unum.
Hóast dagføringar eru gjørdar í fleiri umførum, er forsorgarlógin ikki tíðarhóskandi longur í einum framkomnum samfelagi, sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir.
Fimm lógir eru lógarpakkanum, sum verður lagdur fyri løgtingið í morgin.