- Tíðindi, mentan og ítróttur
Danskir myndugleikar ikki stundir at geva innlit

Tey hava so nógv at gera í Forsætismálaráðnum í Danmark, at tey hava ikki stundir at viðgera eina umsokn um innlit frá Útvarpinum.
Nú er ein mánaður síðani, at Útvarpið søkti um innlit í donsku fundarfrágreiðingar frá samráðingunum við Føroyar um fullveldi í 2000.
Útvarpið spurdi Forsætismálaráðið um tað tann 4.februar, men svar er ikki komið haðani enn, annað enn, at tey hava so nógv at gera, at tey eru ikki liðug at viðgera innlitsumbønina.
Sama svar kom 13. og 26.februar.
Ikki er greitt, um Forsætismálaráðið letur onnur sleppa at lesa fundarfrágreiðingar frá samráðingunum í 2000.
Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, almannakunngjørdi føroysku fundarfrágreiðingarnar síðst í januar.
Tær eru fýra í tali, tí fýra fundir voru.