- Tíðindi, mentan og ítróttur
Atkvøða um at seta grein 25-nevnd

Løgtingið fer í dag at atkvøða um eitt uppskot um at seta eina grein 25-nevnd at viðgera uppskotið um at broyta stýrisskipanarlógina.
Í einari grein 25-nevnd plaga at vera fólk úr øllum flokkum í løgtinginum.
Nevndir, sum verða settar eftir grein 25 í tingskipanini, sita, til nevndin hevur avgreitt setning sín og í longsta lagi, til tingsetan endar á ólavsøku.
Broyta starvsheiti
Orðið maður í stýriskipanarlógini skal broytast til fólk. Løgtingsmaður skal verða løgtingsfólk til dømis. Og embætismaður skal eita embætisfólk.Men samgonguleiðarin kann eita antin løgmaður ella løgkvinna.
Tingkvinnurnar Ingilín Strøm í Javnaðarflokkinum og Hervør Pálsdóttir í Tjóðveldi mæla til at broyta stýriskipanarlógina hesum víðvíkjandi.
Men Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, sigur, at øll stýrisskipanarlógin, sum er frá 1994, skal endurskoðast í staðin fyri at gera einstakar broytingar í henni.
At broyta stýriskipanarlógina er ikki bara sum at siga tað. Broytingin skal fyrst samtykkjast í einum valskeiði.
Síðani skal hon aftur í løgtingið, eftir at val hevur verið, og verða samtykt har óbroytt í fyrstu setuni hjá tí nývalda tinginum.
Ófráboðaðir fyrispurningar
Ófráboðaðir fyrispurningar til landsstýrið eru eisini á skránni fyri tingfundin í dag.
Løgtingið fer at viðgera uppskotini hjá Javnaðarflokkinum um lata langtíðarsjúk fólk sleppa at vera í dagpengaskipanini í meira enn 40 vikur og um at strika aldursmarkið, sum er 70 ár, í dagpengaskipanini.
Tingfundurin í dag er kl.11.00.