- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vildi steðga byggiætlanini í Saksun

Yvirfriðingarnevndin skal ikki avgera, um býráðið í Sunda kommunu skal loyva bygging í Saksun.
Tað heldur Pól Niklái Thorkildshøj, býráðslimur, sum í gjár mælti til at stegða ætlanini at loyva bygging í Saksun.
Hann sigur, at fólkini í Saksun, har eru átta vaksin, hava púra greitt sagt, at ætlanin er óynskt.
Broytingaruppskotið varð tó felt á býráðsfundinum.
Almenn søla
Býráðið samtykti síðani við níggju atkvøðum eitt uppskot frá Fíggjarnevndini um at seta økið í Saksun alment til sølu. Tvær atkvøður vóru ímóti.
Og mælt varð eisini til, at økið verður ikki sett til sølu fyrr enn endaliga niðurstøðan frá Yvirfriðingarnevndini er komin.Eisini tað varð samtykt.
Økið, sum nú skal bjóðast út, er annars longu selt einum felag undir stovnan. Og Sunda kommuna hevur fingið pengarnar fyri økið, sum er 4.500 fermetrar.
Økið er selt fyri 218.000 kr. Tað er prísurin sambært príslistanum fyri almenna jørð á plássum sum Saksun.
Ongar viðmerkingar
John Henrik Holm í Vági, sum er við í ætlanini at byggja summarhús í Saksun, hevur ongar viðmerkingar.
Hann vil ikki siga, um hann fer at bjóða, um økið verður boðið út alment.
Heðin Zachariassen, borgarstjóri í Sunda kommunu, hevur sagt, at pengarnir, sum kommunan hevur fingið fyri jørðina í Saksun, verða goldnir aftur.