- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vil hava fleiri broytingar í stýrisskipanarlógini

Tíðin er búgvin til at endurskoða fleiri tættir í stýrisskipanarlógini.
Tað segði Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, í løgtinginum í dag undir orðaskiftinum um uppskotið at broyta almennu heitini í stýrisskipanarlógini.
Løgmaður heldur, at stig eiga at verða tikin til at hyggja nærri at stýrisskipanarlógini sum heild, heldur enn at gera einstakar broytingar.
Millumtjóða sáttmálar
- Umframt spurningin um almennu heitini í lógini skulu broytast, er neyðugt at dagføra ásetingarnar um fíggjarmál, og støða skal eisini takast til partin, sum ásetur, at millumtjóða sáttmálar altíð eru oman fyri føroyska lóggávu. Tað skilabesta er, at vit viðgera allar broytingarnar undir einum, segði løgmaður.
Stýrisskipanarlógin varð samtykt í 1994. Hon er at kalla ikki broytt síðani. Verða stig tikin at broyta stýrisskipanarlógina, krevst, at tvey løgting samtykkja broytingarnar.
- Stýrisskipanarlógin er oman fyri aðra lóggávu, og tí eiga allar broytingar í lógini at hava breiða politiska undirtøku. Eg fari tí at heita á umboð fyri allar politiskar flokkar um at seta seg saman og seta út í kortið, hvussu vit kunnu skipa arbeiðið við at endurskoða stýrisskipanarlógina, sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.