- Tíðindi, mentan og ítróttur
Stillar ikki uppaftur

Nes kommuna skal hava nýggja borgarstjóra. Tað er greitt, nú Jóhannus Danielsen, borgarstjóri í Nes kommunu, sigur í samrøðu við Sosialin, at hann stillar ikki uppaftur til næsta kommunuval.
Jóhannus Danielsen hevur havt sæti íkommunustýrinum í Nes kommunu síðan 2008, og hevur síðani 2012 verið borgarstjóri. Á seinasta kommunuvali fekk hann 158 persónligar atkvøður.
Tað er longu greitt, at fleiri av miðalstóru kommununum í landinum skulu hava nýggjan borgarstjóra eftir kommunuvalið í heyst.
Tí frammanundan hava Johan Christiansen, borgarstjóri í Eysturkommunu, Brandur Sandoy, borgarstjóri í Sands kommunu, Heðin Zachariasen, borgarstjóri í Sunda kommunu, og Pauli T. Petersen, borgarstjóri í Vestmanna kommunu, boðað frá, at teir ikki stilla upp aftur til kommunuvalið í november.