- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eingin ætlan um kommunala útjavning

Landsstýrið hevur ongar ætlanir um at seta í gildi kommunalar útjavningarskipanir.
Tað sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, í svari til grein-52 fyrispurning frá Jóhannis Joensen.
Løgtingsmaðurin fyri Javnaðarflokkin vísti í viðmerkingunum til fyrispurningin á, at stórur munur er á inntøkunum hjá kommununum pr íbúgva. Partvís tí at skattaprosentið er ymiskt, men eisini tí at tað er munur á miðalinntøkunum hjá borgarunum kring landið, og hvussu nógvar fyritøkur eru í teimum ymisku økjunum.
Jóhannis Joensen vildi tí hava at vita, um landsstýrismaðurin ætlar at seta í verk kommunala útjavningarskipan.
Hava javningarskipanir
Jørgen Niclasen vísir á, at í verandi lóggávu eru longu skipanir, sum javna millum kommunur. Fyritøkur í nøkrum vinnugreinum býta skattin millum einstøku kommunurnar í mun til fólkatalið. Og fyritøkur við virksemi í fleiri kommunum, skulu eisini rinda skatt til allar hesar kommunur.
Triðja dømi er, at skatturin av eftirlønar-inngjøldum verður í ávísan mun javnaður millum kommunurnar, sigur landsstýrismaðurin.
- Í løtuni eru ikki ætlanir um at seta aðra kommunala javningarskipan í verk, men í framtíðar lóggávu eigur støðan hjá ymsu kommununum sjálvsagt at verða umhugsað, sigur Jørgen Niclasen, sum tó sigur seg altíð vilja tryggja kapping millum kommunur, eisini um skattgjaldararnar.