Økið í Saksun verður boðið alment til sølu

Økið í Saksun verður boðið alment til sølu
Sølan verður tó ikki, fyrr enn Yvirfriðingarnevndin hevur tikið endaliga støðu
Fíggjarnevndin í Sunda kommunu hevur samtykt at lýsa økið í Saksun alment til sølu
 
18.02.2020 - 09:27

Ætlaða økið í Saksun, sum er selt til sethúsaøki til summarhús, skal kortini bjóðast alment til sølu.

Ta avgerðina tók fíggjarnevndin í Sunda kommunu á fundi í gjárkvøldið.Men økið verður ikki lýst alment til sølu, fyrr enn endaliga niðurstøðan hjá Yvirfriðingarnevndini er komin.

Málið kemur fyri á býráðsfundi í Sunda kommunu 24. februar.

Seldu til p.f. Svartá

Kommunan gjørdi annars av at selja pf. Svartá undir stovnan økið fyri minni enn 220.000 kr., uttan at bjóða økið út. Økið skuldi nýtast til at byggja summarhús á.

Men kommunan hevði ikki heimild at selja felagnum økið undirhonds, segði Hilmar Høhenni, leiðari í Kommunala eftirlitinum.

Heðin Zachariassen, borgarstjóri í Sunda kommunu, viðgekk samstundis, at tað var eitt mistak, at lendið ikki varð boðið út í almennari sølu.

Og nú er so avgerð tikin um, at økið í Saksum verður boðið út í almennari sølu, og tað skal kommunan taka støðu til 24. februar.

Málið eisini kært

Málið um ætlaðu summarhúsbyggingina í Saksun er eisini kært.

Jóhan Jógvansson, bóndi í Saksun, hevur kært avgerðina til Umhvørvisstovuna og Yvirfriðingarnevndina.

Bygdarfólkið í Saksun hevur eisini mótmælt ætlanini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 26. februar
Skratsj 26. februar 2025
188341
Mikudag 26. februar
Mono - Føroyskar perlur (3:4)
188335
Mikudag 26. februar
Morgunlestur mikudagur 26. februar 2025
187865
Týsdag 25. februar
LEITISSTEIN 25.02.2025 (Teitursa kvæði)
188282
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 26. februar
Ein søga um 45 ár
188344
Mikudag 26. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188292
Týsdag 25. februar
Veðrið
188278
Týsdag 25. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
188272
Týsdag 25. februar
Danny og bussførari
187889