- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kunnu søkja um 64.000 tons av uppsjóvarfiski

Um stutta tíð fer at bera til at søkja um 64.000 tons av uppsjóvarfiski.
Kunngerðin um vinnuligar royndir og verkætlanir, sum hava við sær menning, nýskapan og virðisøking í at gagnnýta uppsjóvarfisk, er gjørd.
Tey 64.000 tonsini eru 10.000 tons av makreli, 14.000 tons av norðhavssild og 40.000 tons av svartkjafti.
Til politiska viðgerð
Uppskot um kunngerðina hevur verið í Fiskivinnuráðnum, og skal á landsstýrisfund týsdagin til politiska viðgerð.
Helst verður okkurt broytt har, sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður.
Sambært uppskotinum um kunngerð og sambært lógini skal søkjast um kvotu, og søkjast kann til øll skip og allar bátar.
Sambært lógini um sjófeingi kann landsstýrismaðurin áseta nærri reglur um mannagongd og treytir í sambandi við umsóknir, og landsstýrismaðurin kann í loyvinum áseta treytir um fiskileiðir, veiðihættir, tíðarskeið og annað.