- Tíðindi, mentan og ítróttur
Munnligir fyrispurningar í tinginum í dag

Munnligir fyrispurningar eru í løgtinginum í dag.
Men fyrst skal tingið atkvøða um enn ein skrivligan fyrispurning um heilsutrygdargjaldið hjá fólki, sum býr, men ikki arbeiðir í Føroyum.
Brandur Sandoy, tingmaður, spyr Bárð á Steig Nielsen, løgmann, hvørjar grundgevingar Løgmansskrivsstovan hevði í 2016, tá hon gav Heilsutrygd boð um at taka heilsutrygdargjald frá fólki, sum eisini rindar til Folketrygd í Noregi.
Kærunevndin í almannamálum, familjumálum og heilsumálum segði annars, at heilsutrygdargjaldið skuldi ikki krevjast frá hesum fólkum.
Tingfundurin í dag er kl.11.00.
Nevndarfundir
Rættarnevndin fer aftur fyrrapartin at viðgera uppskotini um náttúrumargfeldislógina, partafelagið, sum skal gera Suðuroyartunnilin, dátaverndarlógina, einnýtisplast, innlit í almenn partafeløg og uppskotini um at taka av friðingarnevndirnar og lata kærunevndina í lendismálum eisini viðgera kærur um náttúru og umhvørvi.
Landsstýrismaðurin í umhvørvis- og vinnumálum, Búnaðarstovan og Umhvørvisstovan, Kristian Stórhamar, sum er stjóri í smápartafelagnum KS-Elektro í Trongisvági, og partafelagið Eystur- og Sandoyartunlar hava fingið boð um at koma á fundin hjá Rættarnevndini í dag.
Formansskapurin í løgtinginum hevur eisini fund fyrrapartin.
Hann skal viðgera eitt skriv frá Løgtingsins umboðsmanni.