- Tíðindi, mentan og ítróttur
28 munnligir fyrispurningar

Ikki færri enn 28 munnligir fyrispurningar eru í løgtinginum í dag.
16 tingfólk spyrja, og Helgi Abrahamsen eigur fimm spurningar, Jacob Vestergaard eigur tveir, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir fimm, Jenis av Rana tríggjar, Jørgen Niclasen tríggjar, Kaj Leo Holm Johannesen eigur sjey fyrispurningar og Bárður á Steig Nielsen tveir.
Løgmaður skal svara skrivligum fyrispurningi
Løgtingið samtykti, at Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, skal svara skrivligum fyrispurningi frá Brandi Sandoy, tingmanni, sum spyr um heilsutrygdargjaldið hjá fólki, sum býr, men ikki arbeiðir í Føroyum.
Brandur Sandoy spyr Bárð á Steig Nielsen, hvørjar grundgevingar Løgmansskrivsstovan hevði í 2016, tá hon gav Heilsutrygd boð um at taka heilsutrygdargjald frá fólki, sum eisini rindar til Folketrygd í Noregi.
Kærunevndin í almannamálum, familjumálum og heilsumálum segði annars, at heilsutrygdargjaldið skuldi ikki krevjast frá hesum fólkum.