- Tíðindi, mentan og ítróttur
Einnýtisplast og innlit í tinginum í dag

Í dag fer løgtingið at viðgera einnýtisplast.
Javnaðarflokkurin hevur uppskot til samtyktar um at seta forboð fyri at brúka óneyðugt einnýtisplast.
Uppskotið er um óneyðugt einnýtisplast, tí framvegis verður mett at vera neyðugt at brúka einnýtisplast á ávísum økjum, so sum handskar og annað, sum fyribyrgja smittu á sjúkrahúsum, sigur Javnaðarflokkurin.
Tingið hevur eisini á skránni í dag uppskotið hjá Tjóðveldi um, at innlit skal latast í virksemið hjá øllum almennum partafeløgum.
Og á skránni er uppskotið hjá landsstýrinum um at broyta lógina um almannapensjónir, so øll inntøka telur við, tá mótroknast skal í pensjónini.
Løgtingið skal eisini í dag velja fólk, sum Føroya rættur kann brúka sum nevningar.
Løgtingsfundurin í dag er kl.11.