- Tíðindi, mentan og ítróttur
Heilsutrygd biður rættin skera ígjøgnum

Lógin um heilsutrygd og norðurlendski sáttmálin um sosiala trygd siga ikki tað sama um heilsutrygdargjaldið.
Lógin sigur, at tað skal gjaldast í Føroyum, sáttmálin sigur, at gjaldið skal ikki gjaldast í Føroyum.
Kærunevndin í almannamálum, familjumálum og heilsumálum hevur avgjørt, at føroyingar, sum arbeiða í einum øðrum Norðurlandi, skulu ikki gjalda heilsutrygdargjald sambært sáttmálanum um sosiala trygd.
Men lógin áleggur Heilsutrygd at krevja pengar frá øllum, sum eru fylt 18 ár, og sum lógin umfatar. Og hon umfatar øll, sum búgva í Føroyum.
Hendan trætan hevur vart í nógv ár nú.
Rætturin skal skera ígjøgnum
Og nú hevur Heilsutrygd gjørt av at lata Føroya rætt skera ígjøgnum.
Fær Heilsutrygd ikki viðhald har, verður kannað, um neyðugt er at broyta lógina um heilsutrygd, so hon samsvarar við norðurlendska sáttmálan um sosiala trygd, segði Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður, í svari til Brand Sandoy, løgtingsmann.
Einasti skrivligi fyrispurningur higartil í hesari tingsetuni er eisini um heilsutrygdargjaldið.
Johan Dahl hevur spurt Kaj Leo Holm Johannesen, hví Heilsutrygd krevur pengar frá teimum, sum sigla í Noregi og gjalda til Folketrygd í Noregi.