- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ungdómsting: Skriva nú álit
Ungdómsting: Skriva nú álit
Í morgin fáa ungdómstinglimirnir høvi at seta løgmanni og landsstýrisfólkum spurningar

Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
03.02.2020 - 13:38
Teir 32 skúlanæmingarnir, sum manna ungdómstingið, fóru seinnapartin á nevndarfund at skriva álit í teimum 12 málunum, sum eru løgd fram, og sum vórðu umrødd fyrrapartin.
Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður, setti ungdómstingið 2020 klokkan 10 fyrrapartin.
Síðani vórðu uppskotini løgd fram, og møguleiki var hjá ungdómstinglimunum at seta spurningar og koma við viðmerkingum.
Klokkan 10 fyrrapartin í morgin fara nevndirnar at leggja fram álit. Uppskotini verða viðgjørd, og atkvøtt verður um tey.
Seinnapartin verða ófráboðaðir spurningar til løgmann og landsstýrisfólk.
Hetta eru sjeyndu ferð, at skipað verður fyri ungdómstingi.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV