- Tíðindi, mentan og ítróttur
Grundstykkjalistin í Eysturkommunu tikin av

Nú ber ikki til longur at seta seg á bíðilista eftir grundstykki í Eysturkommunu.
Tí bíðilistin er rætt og slætt ikki til longur.
Býráðið í Eysturkommunu samtykti hóskvøldið eitt tilmæli um at taka av grundstykkjalistan í Eysturkommunu tann 1. februar, tí grundstykkjalistin kravdi nógva orku at umsita.
29 á listanum
21. januar vóru 29 fólk á bíðilistanum. Flestu umsóknirnar, 11, vóru um stykki í Syðrugøtu.
14 grundstykki vóru tøk í Eysturkommunu tann 21. januar. Og 17 hava søkt um neystagrund í Norðragøtu.
Í staðin fyri at hava bíðilista, verða grundstykki lýst alment til sølu á heimasíðuni hjá Eysturkommunu.
Fólk, sum vóru á bíðilistanum, fáa tær 20.000 krónurnar aftur, sum tey hava goldið fyri at sleppa á bíðilistan.