Tak niður og les: Her eru fullveldisskjølini

Tak niður og les: Her eru fullveldisskjølini
Løgmaður hevur í dag leysgivið fundarfrásagnirnar frá fullveldissamráðingunum við Nyrup-stjórinina
Mynd: Skíggjamynd úr fyrstu fundarfrágreiðingini frá 17. mars 2000  
 
31.01.2020 - 15:09

Í frágreiðingunum er endurgivið orð fyri orð, hvat varð sagt undir samráðingunum. Mangan gekk tað heitt fyri seg á fundunum, og mong vóru kjakevnini.

Á síðu 20 sæst, at Anfinn Kallsberg og Poul Nyrup Rasmussen millum annað kjakaðust um, hvørt orðið "tjóð" merkir "folk", "nation" ella "tjóvur".

Meira enn ein útgáva av donsk-føroysku orðabókini máttu inn á borðið at hjálpa til í hesum kjakinum.

Les og tak niður øll skjølini her (PDF-skjøl, lata upp í nýggjum kagum):

▪ 17. mars 2000: Frágreiðing frá fundinum millum Føroya landsstýri og donsku stjórnina í Keypmannahavn

▪ 2. mai 2000: Frágreiðing frá fundinum millum Føroya landsstýri og donsku stjórnina í Keypmannahavn

▪ 15. juni 2000: Frásøgn frá fundi millum Føroya landsstýri og donsku stjórnina

▪ 26. oktober 2000: Frásøgn frá samráðingarfundi millum Føroya landsstýri og donsku stjórnina

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 26. februar
Skratsj 26. februar 2025
188341
Mikudag 26. februar
Mono - Føroyskar perlur (3:4)
188335
Mikudag 26. februar
Morgunlestur mikudagur 26. februar 2025
187865
Týsdag 25. februar
LEITISSTEIN 25.02.2025 (Teitursa kvæði)
188282
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 26. februar
Ein søga um 45 ár
188344
Mikudag 26. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188292
Týsdag 25. februar
Veðrið
188278
Týsdag 25. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
188272
Týsdag 25. februar
Danny og bussførari
187889