- Tíðindi, mentan og ítróttur
Andrias Høgenni vann Robert fyri ársins stuttfilm
Føroyski filmsleikstjórin Andrias Høgenni hevur vunnið føroysku Geyta-filmsheiðurslønina fleiri ferðir við ymiskum stuttfilmum.
Men í kvøld vann dugnaligi leikstjórin so størsta danska filmsheiðurin, Robert, fyri stuttfilmin "Ikki illa meint", sum forrestin eisini vann Geytan.
Talan kann gerast um eitt avgerandi stig á yrkisleiðini hjá Andriasi Høgenni, ið arbeiðir við at gera spælifilmar í fullari long. Robert heiðurslønin kann geva atgongd til fígging, men tað er í øllum førum ein staðfesting av, at tað ber til at gera seg galdandi við við filmum á føroyskum uttan fyri Føroyar.
Filmurin "Ikki illa meint", sæst her:
https://kvf.fo/sending/stakar-sendingar?sid=103763&jwsource=cl
Les meira um "Ikki illa meint" á BirkBlog:
http://birkblog.blogspot.com/2020/01/andrias-vann-robert-virislnina.html?m=1