- Tíðindi, mentan og ítróttur
Koyrdu bil 16 ára gamlir. Bileigarin er 18 ár
Tann, sum koyrdi, var bara 16 ár. Tað sjáldsama er, at sami bilur varð steðgaður hóskvøldið. Tá var bilførarin eisini 16 ár, men ein annar enn í nátt.
Hóskvøldið koyrdi tann 16 ára gamli bilførarin bileigaran til Norrönu. Bileigarin er 18 ár. Politiið hevur nú tikið billyklarnar.
Royndir eru tiknar fyri at vita, um 16 ára gamli bilførarin var ávirkaður av rúsevnum.
Misti koyrikortið fyri lívið
Ein 42 ára gamal maður er í Føroya rætti dømdur níggju mánaða fongsulsrevsing, og hann hevur mist koyrikortið fyri altíð, skrivar ákæruvaldið í Føroyum á sínum Twittervanga.
Maðurin hevur fingið dómin eftir at hava hótt og at vera tikin fyri at koyra ávirkaður 13 ferðir og at hava gjørt hetta, meðan hann var royndarleyslatin, skrivar ákæruvaldið á Twitter.