- Tíðindi, mentan og ítróttur
Søguligt rættarmál: Maður ákærdur fyri brot á 266b
Søguligur dagur í Føroya Rætti í dag.
Grein 266b - eisini nevnd rasismuparagraffin - skuldi fyri fyrstu ferð standa sína roynd í Føroyum.
Ein maður er ákærdur fyri alment at hava borið fram úttalilsi móti muslimum.
Rættarmálið byrjaði í morgun og verður tikið upp aftur í fyrsta lagi í næstu viku.
Eg hati allar muslimar
Hendingin fór fram 30. januar í fjør kl. tvey seinnapartin á einum matstaði í Havn.
Tveir persónar av útlendskum uppruna sessast við eitt borð, har tann ákærdi sat við tveimum øðrum føroyingum. Illstøðan byrjar, eftir at tann ákærdi, ið er rúsaður, spyr, um teir báðir eru muslimar.
Sambært ákæruritinum skal tann ákærdi síðani hava borið fram millum annað hesi úttalilsi:
"Eg hati allar muslimar. Tit eru lortafólk, ið bert vilja útnytta Danmark. Tit skuldi allir verið tveittur úr landinum. Muslimar standa fyri øllum kriminaliteti í Danmark og Svøríki.
Eg skal drepa allar muslimar
Teir báðir, ið fáa skoluna, fara síðani frá borðinum og seta seg við eitt annað borð. Og av tí at tann ákærdi helt fram við at spilla muslimar út - ringdi annar teirra til politiið.
Tann ákærdi skal, sambært ákæruritinum, millum annað hava sagt:
"Eg skal drepa allar muslimar. Eg skal drepa tykkum. Muslimar skuldu blivið útruddaðir."
Tann ákærdi kennist ikki heilt við úttalilsini.
Hann sigur, at hann einki hevði ímóti teimum báðum, at hann ongantíð tosaði um muslimar sum heild - men einans radikalar muslimar.
Viðvíkjandi hóttanini um at drepa, so varð hetta nevnt sum aftursvar til tann órættaða, ið ringdi til løgregluna og sum segði, at um ikki hon kom skjótt, so fór at hann at drepa tann ákærda. Nakað, sum tann órættaði vísti aftur í rættinum í dag.
Matstovugestir kunnu vera avgerandi
Ákærin brúkti nógva orku at fáa vitnini at vátta úttalilsiini, sum tann ákærdi, sambært ákæruritinum, skal hava sagt um muslimar.
Meðan verjin royndi at fáa váttan fyri, at tann ákærdi ikki tosaði generelt um ein bólk - men um teir sonevndu radikalu muslimarnar.
Nógv orku varð eisini nýtt frá báðum pørtum at fáa staðfest, hvussu nógvir gestir í veruleikanum vóru í matstovuni, tá hendingin fór fram.
Tí, sambært 266 b, so er ikki nóg mikið einans at bera fram niðrandi úttalilsi - tey skulu antin verða borin fram alment ella við tí fyri eygað at verða útbreidd til fleiri.
Málið útsett til í næstu viku
Rættarfundurin fyrrapartin varð merktur av máltrupulleikum.
Dómarin og ákærin tosa danskt, men skilja føroyskt; meðan teir báðir av útlendskum uppruna skilja illa danskt og tosa hálvbrotið føroyskt. Úrslitið var, at verjin, ið er føroyingur, ofta mátti brúkast sum tolkur.
Málið fyrrapartin dróg út og er tí útsett til í fyrsta í næstu viku. tann ákærdi noktar seg sekan, meðan ákærin krevur, at maðurin fær dagbøtur.
Rætting: Í upprunagreinini stóð, at maðurin er ákærdur fyri alment at hava borið fram rasistiskar útsagnir móti muslimum. Hetta er ikki rætt. Talan er um útsagnir, ið eru vendar móti einum trúarbólki - og ikki rasu.