- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fleiri fráboðanir um ólógliga flúgving
Hetta er ikki loyvt, og løgreglan heitir tí á fólk um at fráboða politinum, um dronur eru at síggja yvir bygdum øki ella nærhendis flogvøllinum.
Tina Jacobsen, vaktleiðari á politistøðini, sigur við útvarpið, at tað serliga eru føroyingar, ið boða frá dronuflúgving, og at tað ofta eru útlendingar, sum flúgva við dronum uttan loyvi, tó ikki bara.
Serligt loyvi krevst
Tað krevst serligt loyvi at flúgva við dronum yvir bygdum øki. Í útgangsstøðinum skal talan vera um vinnuligt virksemi. Fyri at fáa loyvi at flúgva yvir bygdum øki krevst dispensatión frá Trafikstyrelsen.
Hetta loyvi er ofta ikki fingið til vega. Tí heitir løgreglan á fólk um at boða frá dronuflúgving, antin tað er yvir bygdum øki ella nærri enn fimm kilometrar frá flogvøllinum.
– Tað kann sjálvandi vera trupult, tí dronurnar røkka so langt, men vit heita á fólk um at siga frá, so vit hava okkurt at fara eftir og finna fram til dronuføraran, sigur Tina Jacobsen, vaktleiðari.
Heita á fólk um at boða frá
Millum annað kunnu upplýsingar um til dømis nummarplátu vera hentar, um løgreglan skal finna fram til persónin.
Vitni vísa á, at tað ikki er óvanligt, at flogið verður við dronu á Trælanípuni, sum liggur við innflúgvingina til flogvøllin.
Tað er ólógligt - og somuleiðis vandamikið -, sigur Tina Jacobsen, vaktleiðari hjá løgregluni, sum tí heitir á fólk um at boða frá.
Niðanfyri: Uppslag hjá løgregluni á Facebook í gjár