- Tíðindi, mentan og ítróttur
Dýr súkkla stolin um borð á báti
Dýr súkkla stolin um borð á báti
Ein kappkoyringarsúkkla er tikin um borð á einum stuttleikabáti í Klaksvík
10.08.2019 - 11:19
Í gjárkvøldið varð boðað frá stuldri í Klaksvík. Ein kappkoyringarsúkkla er tikin um borð á einum stuttleikabáti.
Súkklan er eyðkend, tí hon hevur hvítt róður og hvítt setur, annars er hon svørt. Ein slík kappkoyringarsúkkla er dýr, hon kostar yvir 20.000 krónur.
Nakrir lættir stólar eru eisini stolnir, men annars er einki horvið úr bátinum. Stuttleikabáturin er ikki komin á Summarfestivalin, tí hann er skrásettur í Klaksvik.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV