- Tíðindi, mentan og ítróttur
Harðskapsmál á Summarfestivalinum
Harðskapsmál á Summarfestivalinum
Ein vaktur fekk í nátt fleiri sløg frá einum manni, sum nú verður skuldsettur fyri harðskap
09.08.2019 - 07:56
Fyrsti dagur á Summarfestivalinum gekk sum heild friðaliga fyri seg, sigur vakthavandi á politistøðini. Tó varð eitt harðskapsmál skrásett.
Ein maður, sum var ávirkaður, royndi um tvey tíðina í nátt at klúgva upp um gyrðingina inn á festivaløkið, og tá vaktir steðgaðu honum, slóg hann frá sær.
Ein vaktur fekk fleiri sløg, áðrenn tað eydnaðist at sissa mannin. Politiið kom síðani eftir honum, og maðurin slapp at gista í klyvanum. Maðurin verður nú skuldsettur fyri at hava framt harðskap.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV