- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ternan enn á beding
Ternan enn á beding
Ternan er aftur farin á beding, minni enn tríggjar mánaðir eftir at hon var uppi til vanligt viðlíkahald, sum seinnu árini er gjørt í apríl

18.07.2019 - 08:08
Ternan er enn á beding í Havn. Orsøkin til, at Ternan nú so brádliga varð aftur tikin úr sigling á middegi í gjár, er, at botnurin er tærdur á hol, inn í ein tanga.
Meðan Ternan er á beding, røkir Spógvin Nólsoyarleiðina. Siglt verður í pendulfarti, og seinasta fráferð er klokkan 22 í kvøld av Bursatanga og 22:30 úr Nólsoy.
Spógvin leggur at í Nólsoy, har Ritan plagdi at leggja at, og við træbrúnna á Bursatanga í Havn. Teistin siglir fyri Spógvan á Hestleiðini. Túrarnir í Hest klokkan 8:45, 14:20 og 19:10 eru tilkallitúrar.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV