- Tíðindi, mentan og ítróttur
Merkta grindin er í íslendskum sjógvi
Merkta grindin er í íslendskum sjógvi
Grindin, ið var merkt í Syðrugøtu fyri góðari viku síðan, er nú í íslendskum sjógvi

Nýggjasta yvirlitið vísur, at grindin er nú undir Íslandi
Mynd: savn.fo
16.07.2019 - 15:21
Tað skrivar heimasíðan savn.fo.
Sunnudagin 7 juli varð ein lítil grind, - 16 hvalir, rikin inn á sandin í Syðrugøtu, og fimm hvalir vóru merktir við sendarum við fylgisveina samskifti at kanna, hvussu og hvar hvalirnir ferðast.
Grindin lá á víkini tað mesta av mánadegnum, men um kvøldið fór hon norður gjøgnum Kalsoyarfjørð og helt kósina norður í hellingina 60 fjórðingar úr landi.
Hon var tveir dagar í hesum øki, og helt síðani kósina í beinan vestan yvir Íslandsryggin við ein ferð á uml. ein fjórðing um tíman, og er nú 60 fjórðingar úr Íslandi.
Hetta er fyrstu ferð, at merkt grind hevur ferðast á hesum leiðum, skrivar heimasíðan.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV