- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hava rætt til samsýning

Hóast bjargingarfólk sambært sjólógini hava rætt til samsýningar, hendir hetta tó ikki í praksis, tí bjargingarfólkini lata bjargingarfeløgunum samsýningina.
Í tíðindunum á middegi í gjár hoyrdu vit formannin í landsfelagnum fyri føroysku bjargingarfeløgini eftirlýsa størri fíggjarliga vælvild frá tí almenna.
Øll 11 feløg, sum arbeiða við bjarging, fáa 1,3 milliónir krónur í almennum stuðli. Hetta heldur Regin Jespersen vera alt ov lítið í mun til tær uppgávur, sum feløg og bátar taka sær av.
Gera ikki krav uppá samsýningar
Bjargingarfólk hava sambært sjólógini rætt til samsýning, tá virðir verða bjargað, men sambært Jens Hansen frá bjargingarbátinum LÍV, kemur tað ikki fyri, at fólkini gera krav upp á hesa samsýning.
Tey kenna til fíggjarligu avbjóðingarnar, og lata tí feløgunum peningin. Tað er bert tá talan er um tað, sum verður flokkað sum bjarging, at feløgini fáa pening frá tryggingarfeløgunum ella eigara. Er lívsvandi á ferð, eru eingir pengar ímillum.
Tað eru í høvuðsheitum trý sløg av bjargingaruppgávum, harav tvær teirra altso geva samsýning. Verður eitt nú ein útróðrarbátur sleipaður til lands, og hann er tryggjaður, fær bjargingarfelagið 3.500 krónur fyri hvønn arbeiðstíma.
>> SÍ EISINI Bjargingarfeløgini ov lítla játtan
Harafturat kann tað koma fyri, at eitt felag bjargar stórum virðum, og hetta gevur ein ávísan brøkpart av samlaða virðinum á skipi og last.
Til dømis bjargaði bjargingarbáturin LÍV fyri nøkrum árum síðani Eydnu við Skansabryggju í Havn. Hendan bjarging gav LÍV 100.000 krónur. Sambært sjólógini áttu bjargararnir tveir fimtapartar av bjargingarlønini - 40.000 krónur.
Jens Hansen sigur tó, at eingin av bjargingarfólkunum vildu taka ímóti samsýning, men lótu hana víðari til bátin. Jens Hansen er samdur við Regini Jespersen um, at almenni stuðulin til bjargingarfeløgini ikki stendur mát við tær uppgávur, sum hesi feløg loysa.
Víkjast kann frá reglunum
Um almenni stuðulin bleiv størri, hevði tað tó ikki havt við sær, at bjargingarfólkini fóru at gera krav upp samsýning, metir Jans Hansen.
– Bjargingarfólkini vita frammanundan, at talan er um sjálvboðið arbeiði, og sjólógin heimilar eisini, at víkjast kann frá reglunum um samsýning, um partarnir eru samdir um tað, sigur Jens Hansen.
Bæði Jens Hansen og Regin Jespersen eru tó samdir um at bjargingarfólk høvdu fingið samsýning, um talan bleiv um bjarging fyri stórar upphæddir. Hetta er tó ikki hent enn.