- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hálvt ár fyri at hótta politiið
Hálvt ár fyri at hótta politiið
Ein 50 ára gamal maður hevur fingið seks mánaða treytaleysa fongsulsrevsing fyri at hótta politistar við øks
12.07.2019 - 12:35
Ein 50 ára gamal maður hevur fingið seks mánaða treytaleysa fongsulsrevsing fyri at hótta politistar við øks.
Hann hevur verið varðhaldsfongslaður síðani 30.mai, og Føroya rættur gjørdi av, at hann skal sita dómin alt fyri eitt, so hann sleppur ikki út nú.
Maðurin noktar seg sekan í ákæruni. Hann umhugsar, um hann skal skjóta dómin inn fyri Eystari landsrætt.
Maðurin varð tikin stutt fyri klokkan 11.00 Kristi himmalsferðardag.
Um 9.00 tíðina tann morgunin varð politiið borðsent til húsaófrið í J. C. Svabosgøtu í Havn.
J. C. Svabosgøta varð stongd frá Landsbókasavninum til Málingarhandlin í tveir tímar, áðrenn politiið tók mannin.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV