- Tíðindi, mentan og ítróttur
HB er nú 10 stig fremst
Nú er lítil ivi um, at mest vinnandi liðið hjá monnum, HB, verður føroyameistari í ár. Í dag vunnu teir ein sannførandi 3-0 sigur móti botnliðnum AB í Gundadali.
Toppskjúttin Adrian Justinussen legði HB á odda longu eftir 11 minuttum. Símun Samuelsen økti til 2-0 stutt fyri hálvleik. Og í seinna hálvleiki slóg Magnus Egilson sigurin fastan til 3-0.
Sostatt er HB 10 stig fremst nű bara seks leikumfør eru eftir av kappingini.
Hini úrslitini í 21. umfari í Betri-deildini hjá monnum vórðu hesi:
NSÍ - B36 1-2
Málskjúttar: Oddmar Færø og Hannes Agnarson fyri B36 og Øssur Dalbúð fyri NSÍ
TB/FCSuðuroy/Royn - EB/Streymur 2-1
Málskjúttar: Stefan Radosalovich og Búi Egilson fyri TB/FCSuđuroy/Royn og Axel Danielsen fyri EB/Streym
Skála- O7 Vestur 5-0
Málskjúttar: Jákup Johansen og Brian Jacobsen tvey í part og Niels Pauli Danielsen
Í gjárkvøldið: KÍ - Víkingur 1-1
Málskjúttar: Hanus Jacobsen fyri Víking og Predrag Pocuca fyri KÍ
Stigatalvan eftir 21 umfør:
1. HB 55
2. KÍ 45
3. NSÍ 42
4. B36 37
5. Víkingur 36
6. Skála 22
7. TB/FC Suðuroy/Royn 21
8. EB/Streymur 19
9. 07 Vestur 10
10. AB 9