- Tíðindi, mentan og ítróttur
Skógareldur í Kalifornia
Skógareldur í Kalifornia
Skógareldurin í California breiðir seg skjótt, og hevur longu kravt eitt mannalív.
Mynd: Getty Images
27.07.2018 - 14:31
Skógareldurin hevur síðani mánadagin breitt seg skjótt, og fleiri túsund fólk flýggja frá húsi og heimi. Tað skrivar Tv2.
Í gjár breiddi eldurin seg til býin, Redding. Har búgva 92.000 íbúgvar. Og hetta hevur fingið løgregluna at biða fólk um at fara frá húsi og heimi, tí løgreglan ikki hevur tamarhald á eldinum.
Í býnum Redding hevur eldurin kravt eitt mannalív, og fleiri sløkkiliðsfólk hava fingið skaða. Harafturat eru fleiri hús brend í grund.
- Vit gera alt fyri at bjarga fólki frá eldinum, sum nú hevur víst seg at vera deyðiligur. Eldurin breiðir seg skjótt, og vit hava ikki saæ nakað slíkt áður, sigur Jonathon Cox, sum er tilbúgvingarstjóri.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV