- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fólkaflokkurin vil strika uppboðssøluna
Lógin um fyrisiting av sjófeingi er ikki meira enn komin í gildi, áðrenn andstøðan vil hava lógina broytta aftur.
Fólkaflokkurin hevur lagt uppskot fyri løgtingið um at strika allar uppboðssølur av veiðirættindum, sum eru í galdandi lóg um sjófeingi.
Útlutan av veiðirættindum umvegis uppboðssølu skapar ótryggleika í vinnuni, vísur Fólkaflokkurin á í viðmerkingum til uppskotið.
-So at siga øll vinnan hevur í hoyringarskrivum og undir hoyringum í Vinnunevndini gjørt vart við, at uppboðssøla av veiðirættindum er stórt afturstig í tí stóru menning, sum vit seinastu árini hava sæð í fiskivinnuni, síðani seinasta samgonga hækkaði uppsjóvarkvotupartin munandi, sigur Fólkaflokkurin í viðmerkingunum til lógaruppskotið.
Flokkurin vísir á, at uppboðssølan skapar ótryggleika og fær reiðarí at aftra seg við at gera stórar íløgur í nýggj og framkomin skip.
Uppskotið frá Fólkaflokkinum varð lagt fram í gjár.
Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, er eisini áveg í løgtingið við uppskoti um at broyta lógina um fyrisiting av sjófeingi. Hann mælir til 22 lógarbroytingar, sum tó allar verða lýstar sum ”tillagingar, rættingar og fylgibroytingar