- Tíðindi, mentan og ítróttur
Partalagssamstarv í Fuglafirði hildið uppat
Smápartafelagið Heildarverk í Fuglafirði hevur boðað Fuglafjarðar kommunu frá, at felagið fer úr partalagssamstarvinum um at byggja nýggjan skúla í Fuglafirði.
Spakin til byggingina varð settur í tann 1.mars í fjør.
Heildarverk hevur tó boðið sær til at gera alt betongarbeiðið liðugt.
Hitt arbeiðið, sum annars var í partalagssamstarvinum, skal kommunan nú bjóða út í vanligum útboði.
Boðið út í vár
Tað verður gjørt í vár, sigur borgarstjórin, Sonni á Horni.
Fuglafjarðar kommuna væntar ikki, at hetta fer at ávirka tíðarætlanina.
Skúlin skal verða liðugur á sumri 2020.
Hann skal kosta 101 millió krónur.
Um hann nú fer at kosta meira, ber ikki til at siga fyrr enn tilboðini eru komin inn, sigur borgarstjórin.
Tað er ikki eydnast okkum at fáa eina viðmerking frá Heildarverki.