Badmintonlandsliðið nýggjan venjara

Badmintonlandsliðið nýggjan venjara
Badmintonsamband Føroya hevur sett ein landsliðsvenjara afturat
Sune Gavnholt og formaðurin í Badmintonsambandinum, Erik Engelbrecht Thomsen
 
05.01.2018 - 11:00

Badmintonsamband Føroya hevur í dag skrivað undir sáttmála við danan Sune Gavnholt.

Hann skal saman við Aritra Nandy standa á odda fyri landsliðsarbeiðinum fram til árslok í 2019.

Stórt navn

Sune Gavnholt er 34 ára gamalur og býr í Århus saman við konuni og tveimum børnum.

Hann er fulltíðar badmintonvenjari í Ikast IF Badminton og hevur sjálvur nógvar royndir sum yrkisbadmintonspælari.

Hann hevur verið millum tíggju teir bestu í Danmark og millum hundrað teir bestu í heiminum.

Sune Gavnholt hevur verið danskur meistari 5 ferðir og evropeiskur meistari 4 ferðir sum ungdómsleikari.

Skal royna seg beinavegin

Fyrsta uppgávan hjá nýggja landsliðstoyminum, Aritra Nandy og Sune Gavnholt, verður komandi vikuskifti.

Tá fer landsliðið til Íslands at spæla landsdyst ímóti Íslandi fríggjakvøldið og at luttaka í kapping, sum verður leygardagin og sunnudagin. 

Hesi skulu umboða Føroyar:

Kristina Eriksen

Gunnva Jacobsen

Jóhanna Osberg Højsted

Sólfríð Hjørleifsdóttir

Magnus Dal-Christiansen

Benjamin Gunnarstein

Bartal Poulsen

Magni Hansen

Rani í Bø

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 30. november
TEMAPLÁTAN 40, 'Isolation', Toto, 1984
184316
Leygardag 30. november
Jambalaja - 301124
184448
Leygardag 30. november
Upp á tá - 291124
184433
Leygardag 30. november
Upp á tá - 221124
184431
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. desember
Hvør býr her? (2:4) - teknmálstulkað
184471
Sunnudag 1. desember
Hvør býr her? (1:4) - teknmálstulkað
184468
Leygardag 30. november
Kanst tú siga farvæl? (1:2) - teknmálstulkað
184426
Leygardag 30. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184422
Fríggjadag 29. november
EM-endaspælið: Føroyar - Sveis
184417