Meginfelagið og Línuskip mótmæla eisini

Meginfelagið og Línuskip mótmæla eisini
Ætlanin hjá landsstýrismanninum, at næsta fiskiár bara skal vera fýra mánaðir, er fyri harðari mótstøðu
Absalon í Buð er formaður í Meginfelagi Útróðrarmanna, sum saman við felagnum Línuskip mótmælir ætlanini um at stytta fiskiárið niður í fýra mánaðir
 
07.08.2017 - 13:00

Vinnunevndin hevur fingið tvey mótmæli afturat, nú nevndin er farin undir at viðgera lógaruppskotið um fiskidagar fyri næsta fiskiár, sum byrjar 1.september.

Felagið Línuskip og Meginfelag Útróðrarmanna mótmæla bæði tí leisti, sum landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum ætlar at áseta fiskidagarnar eftir.

Høgni Hoydal ætlar, at komandi fiskiár verður bara fýra mánaðir. Hesar fýra mánaðirnar fáa skipabólkarnir fiskidagar útlutaðar við grundarlagi í teimum fiskidøgum, sum eru brúktir hetta fýra mánaðar skeiðið síðstu fimm árini.

Síðani ætlar landsstýrismaðurin at koma við einum nýggjum uppskoti í heyst, sum ásetir fiskidagarnar fyri álmannakkaárið 2018, áðrenn ein kvotuskipan eftir ætlan kemur í gildi 1.januar í 2019.

Ótrygg viðurskifti

Felagið Línuskip ávarar í skrivi til Vinnunevndina móti hesum leistinum.

- Vit meta tað vera sera óheppið at ætlanir eru frammi um at áseta fiskidagar bert fyri eitt fýra mánaðir tíðarskeið. Vit mugu kenna okkara vinnuviðurskifti komandi árið. Tað ber ikki til at leggja til rættis í blindum, skrivar Felagið Línuskip til Vinnunevndina. 

Felagið vísir á, at nú tey ferð eftir ferð síggja lóggávu, sum byggir á "við-afturvirkandi-kraft líknandi støður", sum felagið málber seg, so er ógjørligt at optimera raksturin, tá allir skulu gita, hvat tað merkir, um vit brúka allar dagarnar ella ikki.

Felagið Línuskip mælir til, at eitt fiskiár framhaldandi verður 12 mánaðir.

Sambært uppskotinum hjá Høgna Hoydal fáa línuskipini í bólki-3 tilsamans 730 fiskidagar at brúka teir fýra mánaðirnar, frá 1.september til 31.desember. Tað er ov lítið, heldur Felagið Línuskip. Og sum tað triðja vilja línuskipini hava royndarloyvi á Føroya Banka.

Góðtaka ikki grundarlagið

Meginfelag Útróðrarmanna góðkennir stutt sagt ikki grundarlagið, sum landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum brúkar til at luta út fiskidagarnar. 

Felagið vísir á, at ásetanin av fiskidøgum fyri verandi fiskiár, tað er 2016-2017, varð gjørd á skeivum grundarlagi og í stríð við lógina um vinnuligan fiskiskap. 

Talan var um eina forskjóting av allari atgongdini til alt føroyskt botnfiskatilfeingi, við støði í nýggjum og í lógini ókendum og ógreinaðum hugtøkum, skrivar Meginfelag Útróðrarmanna til Vinnunevndina.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 30. november
Jambalaja - 301124
184448
Leygardag 30. november
Upp á tá - 291124
184433
Leygardag 30. november
Upp á tá - 221124
184431
Leygardag 30. november
Vikan 30. november 2024
184427
Leygardag 30. november
Morgunlestur leygardagur 30.november 2024
184109
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 30. november
Kanst tú siga farvæl? (1:2) - teknmálstulkað
184426
Leygardag 30. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184422
Fríggjadag 29. november
EM-endaspælið: Føroyar - Sveis
184417
Fríggjadag 29. november
Veðrið
184408
Fríggjadag 29. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184321