- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kili kemur aftur á laksamarknaðin, prísurin lækkar
Kili kemur aftur á laksamarknaðin, prísurin lækkar
Norskur greinari væntar, at kiloprísurin fyri laks fer niður móti 40 krónum
30.07.2017 - 13:26
Kili er á veg á laksamarknaðin aftur.
Tað ger, at meiri alilaksur er at fáa, og tí fer prísurin niður.
Norski greinarin, Karl Johan Molnes, væntar, sambært IntraFish, at prísurin fer niður móti 40 krónum fyri kilo.
Hann væntar, at kiloprísurin verður okkurt um 42 kr. seinna hálvárið, sjey prosent minni enn meirilutin av øðrum greinarum siga.
Kili við aftur
Orsøkin er, at laksur úr Kili kemur nú aftur, millum annað á amerikanska marknaðin.
Kili hevur nú 25 prosent av laksamarknaðinum, Noreg hevur 50 prosent.
Føroyar hava fimm prosent av heimsmarknaðinum fyri alilaks.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV