Sølan minni enn væntað

Sølan minni enn væntað
Apple seldi færri fartelefonir fyrsta ársfjórðingin í ár enn bæði fyritøkan sjálv og greinarar væntaðu frammanundan
Umsetningurin hjá Apple veksur framvegis, men færri iPhone-fartelefonir enn væntað vórðu seldar fyrsta ársfjórðingin í ár
 
03.05.2017 - 14:55

Tað gongur framvegis væl hjá telefon- og telduframleiðaranum, Apple. Sølan vaks við 4,6 prosentum seinna hálvár í 2016, tá umsetningurin var 53 milliardir dollarar, skrivar finans.dk

Men sølan av iPhone-snildfonunum fyrsta ársfjórðingin gekk kortini ikki so væl, sum Apple hevði mett. Fyritøkan seldi til samans 50,8 milliónir iPhone fyrstu tríggjar mánaðirnar í ár.

Tað eru 400.000 færri telefonir enn Apple seldi sama tíðarskeiðið í 2016, og enn færri enn greinarar høvdu mett áðrenn hol varð sett á søluna í fyrsta ársfjórðinginum.

Ein av orsøkunum kann vera, at tað í heyst eru 10 ár síðani iPhone kom á marknaðin á fyrsta sinni. Kundar bíða tí heldur eftir nýggju telefonini, sum kemur í heyst, halda greinarar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 26. februar
Skratsj 26. februar 2025
188341
Mikudag 26. februar
Mono - Føroyskar perlur (3:4)
188335
Mikudag 26. februar
Morgunlestur mikudagur 26. februar 2025
187865
Týsdag 25. februar
LEITISSTEIN 25.02.2025 (Teitursa kvæði)
188282
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 26. februar
Ein søga um 45 ár
188344
Mikudag 26. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188292
Týsdag 25. februar
Veðrið
188278
Týsdag 25. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
188272
Týsdag 25. februar
Danny og bussførari
187889