- Tíðindi, mentan og ítróttur
Gongur væl hjá keypssamtøkunum
Gongur væl hjá keypssamtøkunum
2016 var tað besta árið higartil hjá teimum átta keypssamtøkuhandlunum í Føroyum

01.05.2017 - 10:01
2016 var besta árið hjá Føroya keypsamtøku higartil. Úrslitið gjørdist 7,3 milliónir krónur eftir skatt og rentur.
Nettosølan vaks níggju prosent í fjør samanborið við søluna í 2015. Eginpeningurin er nú 44,5 milliónir krónur.
Føroya keypsamtøka hevur meira enn 10.000 limir, og umroknað til fulltíðarstørv arbeiða 124 fólk í teimum átta handlunum hjá FK.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV