- Tíðindi, mentan og ítróttur
Størsti prísvøkstur í nógv ár
Størsti prísvøkstur í nógv ár
Ikki síðani 2012 hevur prísvøksturin í Føroyum verið so stórur, sum hann var fyrsta ársfjórðingin í ár. Serliga ein vørubólkur skarar framúr
12.04.2017 - 10:09
Vørur og tænastur eru 1,2 prosent dýrari at keypa í dag enn fyri einum ári síðan. Tað eru serliga prísirnir á brennievni, sum eru hækkaðir.
Tað skrivar Hagstova Føroya á heimsíðuni. Brúkaraprísirnir vóru fyrsta ársfjórðing í ár 1,2 prosent hægri enn sama tíðarskeið í fjør.
Prísurin á brennievni til húsarhald hækkaði mest, nevniliga 23,4 prosent. Og brennievni til akfør hækkaði 17,7 prosent. Prísurin á streymi lækkaði harafturímóti 3,1 prosent.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV