- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ferðafólkatalið...minkaði
Ferðafólkatalið...minkaði
Ferðafólkatalið í Føroyum setti øll met í 2016. Fyrsta ársfjórðingin í ár gekk tó hinvegin

03.04.2017 - 16:50
Tað er vaksið, og vaksið og...vaksið - talið á ferðafólkum, sum eru komin um Vága floghavn. Vøksturin helt tó ikki fram fyrsta ársfjórðingin í ár, upplýsir Vága floghavn.
Fyrstu tríggjar mánaðirnar í ár minkaði ferðafólkatalið við 10,98 prosentstigum. Higartil í ár eru 50.586 ferðafólk komin og farin umvegis Vága Floghavn, 5.552 ferðafólk færri enn sama tíðarskeið í 2016.
Vága floghavn væntar annars ein vøkstur í samlaða ferðafólkatalinum fyri alt árið, og at 2017 kemur at seta met í ferðafólkatalinum. Metingin er bygd á herdu kappingina á føroyaflúgvingini, sigur floghavnin.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV