- Tíðindi, mentan og ítróttur
Oljudálking á Skála
Oljudálking á Skála
Um hálvgum sekstíðina í gjárkvøldið fekk MRCC fráboðan um, at ein stórur oljublettur var at síggja á Skálafjørðinum
30.01.2017 - 10:00
Fólk á Skála varnaðust oljublettin, og boðaðu frá, skrivar portal.fo. Vakthavandi á MRCC-støðini sigur, at ikki er greitt, hvaðani oljan stavar, men tað verður kannað í dag.
Á eini dronumynd, sum varð tikin seint seinnapartin í gjár sæst, at oljubletturin er við bryggjuna á Skála.
Leiðarin fyri sløkkiliðnum á vestara armi á Skálafjørðinum, Wilhelm Magnus Olsen, sigur við útvarpið, at teir hava ikki verið førir fyri at kanna oljulekan fyrr enn í dag.
Tá boðini um oljulekan komu í gjár var myrkt. Teir vóru kortini á bryggjuni á Skála og kannaðu málið, men sóu einki.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV