- Tíðindi, mentan og ítróttur
Avhoyringar halda fram
Hetta er fimti dagurin, Føroya rættur brúkar upp á málið. Rættarfundurin byrjaði klokkan níggju í morgun og helt fram til klokkan 11:30.
Henda hálvatriðja tíman varð landslæknin avhoyrdur. Dyrnar eru ikki afturlatnar, men endurgevingarforboð og navnaforboð er álagt.
Rættarfundurin verður uppafturtikin klokkan 12.30. Tá er dokumentatión á skránni, umframt avhoyringar um persónligu viðurskiftini hjá kommunulæknanum.
Dómur fellur helst hálvan februar
Dagurin í morgin er eisini settur av til málið í Føroya rætti - tó er einki á skrá. Hetta er gjørt, tí málið er so umfatandi, at tíðarætlanin møguliga ikki helt.
Men tíðarætlanin heldur higartil, hetta eisini hóast ólagið á flogferðsluni í síðstu viku órógvaði eitt sindur.
Fríggjadagin skal seinasta kvinnan í málinum avhoyrast og so eru tveir dagar eftir, mánadagurin og týsdagurin, tá procedura er.
Dómurin fellur væntandi eina viku eftir tað, tað vil siga umleið hálvan februar - og kommunulæknin, hann noktar seg sekan í øllum ákærum.