- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kanningararbeiðið liðugt
Arbeiðið at kanna eldin umborð á garnaskipinum, Vesturland, er liðugt. Nú skal ein frágreiðing gerast.
Eitt umboð fyri donsku havarínevndina var í Føroyum og kannaði skipið, og fekk hjálp frá løgregluni og frá Sjóvinnustýrinum.
Vilja ikki gera viðmerkingar
Umboðið hjá havarínevndini fór aftur til Danmarkar leygardagin. Tað fer at taka nakað av tíð til frágreiðingin er liðug, og fyri ta tíð vil eingin gera viðmerkingar til málið.
Sjófrágreiðing var í Føroya rætti seinnapartin hósdagin. Tá vórðu skiparin, maskinmeistarin og kokkurin avhoyrdir.
Eldur kom í Vesturland um middagsleitið 7. januar, tá skipið royndi við gørnum vestur av Føroya Banka. Tyrlan hjá Atlantsflogi tók teir 10 menninar upp og fleyg teir til lands.
Óvist hvat hendir við skipinum
Brimil fekk enda umborð á Vesturland og sleipaði skipið á Skála, har tað hevur ligið síðani mánamorgunin í síðstu viku.
Tryggingarfelagið Føroyar hevur ikki tikið nakra avgerð um, hvat skal gerast við Vesturland, tí felagið hevur ikki fingið loyvi at fara umborð á skipið.
- Ikki fyrr enn fólk frá tryggingini hava verið umborð á Vesturlandi, verður avgerð tikin um, hvat skal henda við skipinum, sigur Mortan Poulsen, stjóri í Tryggingarfelagnum Føroyar.