Viðgera nú kæruna

Viðgera nú kæruna
Mánadagin fer Landsstýrismálanevndin hjá Løgtinginum at hava fund um kæruna hjá Meginfelagi útróðrarmanna. Felagið hevur kært landsstýrismannin
Meginfelagi útróðrarmanna heldur, at landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur villeitt Løgtingið. Felagið hevur tí kært landsstýrismannin
 
04.01.2017 - 11:26

Felagið hevur kært Høgna Hoydal, landsstýrismann. Útróðrarmenn vilja hava Landsstýrismálanevndina at kanna embætisførsluna hjá landsstýrismanninum.

Høgni Hoydal gjørdi og legði fram lógaruppskotið um fiskidagarnar í fiskiárinum, sum byrjaði 1. september í fjør. Meginfelagið heldur millum annað uppá, at Høgni Hoydal villleiddi Løgtingið.

Kærdu til Løgtingsins umboðsmann

Við at lata tinginum málið partvís uttan at upplýsa tingið við øllum skjølum, sum eru til taks í málinum, og partvís - at síggja til - uttan at hava viðgjørt heimildargrundarlagið fyri teimum átøkum, sum vórðu skotin upp, villleiddi landsstýrismaðurin tilvitað ella ótilvitað Løgtingið, sigur Meginfelagið. 

Felagið heldur, at tingfólk í roynd og veru viðgjørdu málið og atkvøddu um tað í blindum. Í august í fjør kærdi Meginfelag útróðrarmanna Fiskimálaráðið til Løgtingsins umboðsmann.

Fiskimálaráðið setti til viks grundleggjandi fyrisitingarrætt, sigur Meginfelagið. Fiskimálaráðið er kært fyri ikki at virða tíðarfreistir, upplýsingarskyldu og partshoyring.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 27. februar
Góðan morgun Føroyar
188367
Hósdag 27. februar
Morgunlestur hósdagur 27. februar 2025
187867
Mikudag 26. februar
Skratsj 26. februar 2025
188341
Mikudag 26. februar
Mono - Føroyskar perlur (3:4)
188335
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 27. februar
Hvíta gullið
188389
Hósdag 27. februar
DOKO1423 - teknmálstulkað
188375
Hósdag 27. februar
Morgunkórið
188372
Mikudag 26. februar
Ein søga um 45 ár
188344