- Tíðindi, mentan og ítróttur
Metnógvar skaðafráboðanir í 2016
- Tað hevur verið óvanliga nógv í ár. Tað var bara 22. desember, vit ikki hava fingið nakra skaðafráboðan síðstu dagarnar, sigur Jón Klein Olsen, varapolitiinspektørur.
Sí grafikkirnar í greinini
Telefonirnar á alarmsentralinum hava ikki verið kvirrar í ár - tvørturímóti. Í øllum førum ikki tá talan hevur verið um skaðafráboðanir frá fólki, nú árið er liðugt.
Løgreglan hevur í ár fingið til samans 835 skaðafráboðanir. Tað er væl meira enn tey síðstu árini, sigur Jón Klein Olsen, sum hevur kagað í hagtøl aftur til 2008.
Greinin heldur fram niðanfyri
Síðstu tvær vikurnar hevur tað so at siga verið gerandiskostur, at løgreglan hevur fingið fráboðanir frá fólki, sum hava ringt og boðað frá skaðum í ringa veðrinum.
Tað sæst eisini aftur í hagtølunum hjá løgregluni fyri 2016. Av teimum 835 skaðafráboðanunum, løgreglan hevur fingið í ár, er meginparturin fráboðaður í desember.
Greinin heldur fram niðanfyri
Nógv tann størsti parturin av fráboðanunum í 2016 komu inn í desember. 87,3 prosent av øllum fráboðanum í ár komu í desember, sum tað sæst í grafikkinum omanfyri.
Tá hugt verður nærri at desember mánað sæst eisini, at tað serliga vóru tríggjar dagar um jólini, at løgreglan í Føroyum fekk nógvar skaðafráboðanir frá fólki um landið.
Greinin heldur fram niðanfyri
Bara teir tríggjar jóladagarnar - tollaksmessudag, jólaaftan og jóladag - fekk løgreglan í Føroyum til samans 590 fráboðanir, sum tað sæst í grafikkinum oman fyri her.
Tað er ikki bara hjá løgregluni, at telefonirnar hava gingið heitar í kjalarvørrinum á jólaódnini og ringa veðrinum um høgtíðina. Tað hava telefonirnar eisini gjørt hjá tryggingarfeløgunum.
Týsdagin, tá tey bæði tryggingarfeløgini høvdu svarað telefonunum allan dagin, høvdu Trygd og Tryggingarfelagið Føroyar skrásett umleið 1350 skaðar tilsamans.