- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tilbúgvingin í harraloysi
Føroyar hava ongan sentralan tilbúgvingarsamskipara at standa fyri eini felags tilbúgvingarætlan fyri landið, tá ið ódnarveður, vanlukkur ella skaðahendingar raka.
Ódnirnar um jólini settu Føroyar í eitt slag av undantaksstøðu. Løgreglan mælti fólki frá at fara út, Strandferðslan var óvirkin og Føroya Tele skerdi netferðina fyri at spara streym.
Kringvarpið sendi í úrtíð fyri millum annað fyri at kunna frá SEV um nær fólk fingu ljósið aftur, frá Landsverki um veðrið og fyri at frætta, hvussu átøk hjá bjargingarliðum um landið eydnaðust.
Trupulleikin ikki nýggjur
Í longri tíð hava almennu Føroyar ongan tilbúgvingarstjóra havt, sum tekur sær av at samskipa tilbúgvingarætlanirnar millum stovnar og øki í landinum.
Vørn hevur havt tilbúgvingarsamskipara í starvi, men eftir at hann gavst er eingin komin í staðin. Játtanin hjá stovninum hevur ikki rokkið til at seta nýggjan samskipara til tilbúgvingina fyri Føroyar.
Tað sigur Elmar Højgaard, stjóri á Vørn. Sostatt er í dag eingin, sum kann taka saman um ella siga, hvussu tilbúgvingin í sambandi við jólaódnirnar eydnaðist.
Vørn vil ikki hava ábyrgdina
Elmar Højgaard vísir harafturat á, at tilbúgvingarsamskiparin hoyrir ikki heim undir Vørn, tí Vørn er virkin partur í tilbúgvingini fyri Føroyar, og ein tilbúgvingarstjóri eigur at vera óheftur av einum ávísum stovni. Málsøkið tilbúgving er undir Fiskimálaráðnum.
Har sigur Rógvi Reinert, aðalstjóri, at fyrst í næsta ári fer ráðið sjálvt at søkja eftir einum tilbúgvingarsamskipara, sum skal syrgja fyri, at Føroyar í friðartíð, sum hann málber seg, altíð hava eina dagførda og greiða tilbúgvingarætlan at seta í verk.
Pengar eru settir av á fíggjarlógini fyri 2017, so til ber at seta ein samskipara í starv í Fiskimálaráðnum, sigur Rógvi Reinert.. Á sjógvi hevur MRCC ábyrgd av, at tilbúgvingarætlanir verða útintar og á landi er tað løgreglan, ið hevur ábygdina.