- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sí videoupptøkuna: Her stóð ein bygningur
Sí videoupptøkuna: Her stóð ein bygningur
Goymslubygningurin hjá KJ Hydraulik á Kambsdali er mest sum allur burtur eftir herviligu jólaódnina, sum hevur gjørt stóran skaða um alt landið
Mynd: KvF/Svein Magnason
26.12.2016 - 16:14
Fyritøkan KJ Hydraulik á Kambsdali er hart rakt av ódnarveðrinum. Goymslubygningurin er at kalla allur farin, og nógv av goymsluni við.
Sí upptøkuna niðanfyri
Talan er um stóra bygningin, har Havnar Timburhandil helt til í nógv ár. KJ Hydraulik keypti bygningin og fyritøkan var fyri stuttum liðug at innrætta hann til sín tørv.
Men nú er lítið gott eftir av goymslubygninginum hjá fyritøkuni á Kambsdali. Bygningurin er mest sum allur burtur eftir jólaódnina, sum elvdi til stórar skaðar kring landið.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV