- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sí upptøkuna: Her fer bilur á sjógv
Sí upptøkuna: Her fer bilur á sjógv
Nógvi vindurin í jólaódnini gjørdi eisini um seg í Kollafirði, har nógvi vindurin tók ein bil, sum endaði á sjónum
Mynd: Lesaramynd: Brian Jensen
26.12.2016 - 11:23
Brian Jensen í Kollafirði var helst ikki í iva um, at tað var nógvur vindur, tá hann gjørdi upptøkuna niðanfyri, tá jólaódnin herjaði um vikuskiftið.
Sí upptøkuna niðanfyri
Men, at tað var so nógvur vindur, at hvirlurnar tóku ein bil á sjógv, kom heldur óvart á, sum tað eisini hoyrist í upptøkuni, hann hevur sent Kringvarpinum.
- "Nú fór bilurin. Hvat skal eg gera? Oy Jesus, oy Jesus, oy Jesus" hoyrist frá eini ungari kvinnu, sum var í húsunum, har upptøkan her varð gjørd tá jólaódnin herjaði.
Hevur tú eisini upptøkur frá jólaódnini? Send tær til news@kvf.fo ella í einum boðum á facebooksíðuni hjá Kringvarpinum, her tú eisini sært fleiri upptøkur.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV