Fleiri hundrað skaðar fráboðaðir

Fleiri hundrað skaðar fráboðaðir
Síðsta samdøgrið hevur alarmsentralurin á politistøðini í Havn fingið til samans 350 fráboðanir um skaðar. Ringastu skaðarnir eru norðanfyri
Soleiðis sær vakstrarhúsið beint áðrenn bygdina í Kirkjubø út eftir jólaódnina. Alarmsentralurin hevur síðsta samdøgrið fingið fleiri hundraðtals skaðafráboðanir
Mynd: Lesaramynd  
 
26.12.2016 - 10:28

Telefonin hevur gingið heit á Alarmsentralinum í Havn, har fólk hava tikið ímóti ringastu skaðunum, jólaódnin hevur elvt til um alt landið síðsta samdøgrið.

- Vit hava fingið umleið 350 fráboðanir um skaðar, segði Jón Klein Olsen, varapolitiinspektørur, við í samrøðu við útvarpið klokkan 10 í morgun.

Men talið skal kortini takast við fyrivarni. Løgreglan fær vanliga bara at vita um mest átrokandi skaðarnar. Tryggingarfeløgini fáa vanliga nógv fleiri fráboðanir.

Eysturoy og Norðoyggjar harðast raktar

Jólaódnin hevur elvt til skaðar um alt landið, men hetta síðsta samdøgrið eru tað serliga tvey øki í landinum, sum tykjast at vera rakt harðari enn onnur.

- Tað eru Eysturoyggin og Norðoyggjar, serliga Klaksvík, sum eru harðast raktar síðsta samdøgrið, segði Jón Klein Olsen við útvarpið fyri løtu síðani.

Annars hevur Alarmsentralurin á Politistøðini í Havn fingið fráboðanir um tekjur, húsaklædningar, garðar og bilar, sum hava fingið skaða, og skip hava slitið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 23. november
Jambalaja - 231124
184069
Leygardag 23. november
Vikan 23. november 2024
184060
Leygardag 23. november
Morgunlestur leygardagur 23.november 2024
183776
Fríggjadag 22. november
Vikuskiftið 22 november 2024
184051
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982
Hósdag 21. november
Andaktin
183981